Í samrøðu við in.fo sigur løgfrøðiligi ráðgevin hjá Vinnumálaráðnum, Jóanna Djurhuus, at tað er í lagi at hava livandi djór til framsýning í samband við tiltøk sum Sjómannadagin. Hyggur mann í viðmerkingarnar til lógina, so stendur, at tað til dømis er í ordan at fletta fyri skúlaflokki ella barnagarði, og tí er í lagi at hava dýr í einum kari og vísa tey fram til høvi sum hesi, segði Jóanna Djurhuus m.a. við in.fo í morgun.
Ein av fyriskiparunum av Sjómannadegnum, Eyðstein Poulsen, sigur tó í samrøðu við Portalin, at teir ikki bara kunnu taka orðini frá løgfrøðiliga ráðgevanum fyri góða vøru, tí lógin er ikki roynd fyrr, og tað hevur áður verið víst á, at viðmerkingarnar til lógartekstin ikki viga tað stóra, tá lógarteksturin er greiður.
- Tað er ein øgiliga keðilig støða at standa í. Vit hava upplivað, at onkur drongur, sum er buldrasligur, hevur skrætt eitt bein av einum krabba, og at fólk koma forbí, sum verða sansaleys av hesum og næstan leypa á av vreiði. Eg skilji tey væl, sum verða óð av at síggja slíkt, men vit royna at takla tað sum frægast og biðja teir dreingirnar pilla av, tá vit síggja slíkt, sigur Eyðstein Poulsen.
- Nú tá ið hendan lógin er komin, so kemur onkur kanska, ið verður illa við og tekur hetta uppá video og leggur tað út á netið - og so kann tað gera tað sama, hvat Vinnumálaráðið sigur. Lógin er so púra greið. Og so standa vit í tí.
Eyðstein Poulsen sigur, at teir verða noyddir at binda um heilan fingur og gera praktiskar broytingar við kørunum, so teir kunnu verja seg fyri slíkum - men tó rútar verða undir ongum umstøðum lagdir á kørini, sigur Eyðstein.
- Kørini hava staðið soleiðis, at mann sleppur til rundanum allanvegin. Nú broyta vit tað soleiðis, at vit kroysta øll kørini saman, soleiðis at mann ikki sleppur til í miðjuni, men bara uttast.
- Vit verða noyddir at taka myndir av økinum og gera eitt yvirlit yvir kørini, so vit kunnu vísa á, um tað skuldi verði neyðugt, hví vit hava gjørt soleiðis sum vit hava, soleiðis at fiskurin fær sloppið har ella har. Stingur nakað seg upp eftirfylgjandi, verða vit bara noyddir at taka tað og fyrihalda okkum til tað. So kunnu í hvørt fall vísa á, at vit hava gjørt okkurt.
Eyðstein Poulsen leggur afturat, at tað kann alt gera tað sama, um rútar verða lagdir á kørini, tí tað eru serliga teir buldrasligu dreingirnar, sum kørini við fiskum eru har til.
- Vit hugsa sjálvandi um, at tað er stuttligt hjá øllum børnunum at sleppa at síggja allar fiskarnar, men nú eri eg gamal sjómaður, og vit vilja so gjarna hava, at serliga hesir buldrasligu smádreingirnir sleppa at royna seg. So sleppa teir at manererast og kjakast um hvør torir best og so framvegis - tí tað er oftani teir dreingirnir, sum vit síggja, verða sjómenn seinni í lívinum. Teir skulu sleppa at føla seg fram og taka eitt sindur í - uttan at pína fiskin sjálvandi.
- Eg sigi tað, at um rútar skulu fyri kørini, so kundi mann akkurát tað sama bara sitið heima og hugt í ein telduskerm, leggur Eyðstein Poulsen, fyriskipari av Sjómannadegnum, afturat.
Føroya Sjómannadagur verður leygardagin 18. august.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald