Uttanlands

- Turkaland fer at svara aftur

Tað upplýsir turkiska uttanríkisráðið, um USA fer at tvífalda tollsatsirnar á stáli og aluminium frá Turkalandi

Amerikanski forsetin Donald Trump og turkiski forsetin Recep Tayyip Erdogan í Belgia 11. juli 2018

Amerikanski forsetin Donald Trump og turkiski forsetin Recep Tayyip Erdogan í Belgia 11. juli 2018

2018-08-13 09:17 Author image
Oda Strøm
placeholder
Turkiska uttanríkisráðið upplýsir, at tað fer at skaða sambandið millum londini, um Donald Trump, forseti í USA, ger álvara av sínum hóttanum um at tvífalda tollsatsin á stáli og aluminium úr Turkalandi. Og um hald er í hóttanini, fer Turkaland at gera tað sama.

- USA burdi vitað, at tað einasta, sum kemur burtur úr slíkum revsitiltøkum, er eitt veikari samband við okkum, skrivar turkiska uttanríkisráðið sambært tíðindastovuni AFP. 

Uttanríkisráðið sigur eisini, at revistiltøkini hjá USA eru ímóti reglunum hjá WTO. 

Tað var fríggjadagin, at Donald Trump skrivaði á Twitter, at hann hevur givið fíggjarmálaráðharra sínum boð um at tvífalda tollsatsirnar á stáli og aluminium frá Turkalandi. 

- Aluminium verður nú 20 prosent og stál 50 prosent. Okkara samband við Turkaland er ikki so gott í løtuni, skrivaði Donald Trump.
 

 
 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder