Nýggja telefelagið í Føroyum, Tosa, boðaði fyri einari góðari viku síðani frá, at føroyingar nú kundu tekna seg sum kundar hjá Tosa. Og nú eru tað nærum 500 fólk, sum hava tekna seg, siga stigtakararnir.
- Vit eru tikin á bóli hvussu góð móttøkan hevur verið. Tað er stuttligt at síggja, hvussu væl fólk taka undir við hesi verkætlanini. Hetta er eitt týðiligt tekin um, at tað er tíð til broytingar á føroyska telemarknaðinum, sigur Tummas við Skipá, stjóri í Tosa.
Málið er at fáa 5000 fólk at tekna seg sum komandi kundar soleiðis at felagið fær eina góða byrjan, tá farið verður í gongd at bjóða fjarskiftistænastur. Hetta verður í summar, væntar felagið.
Týðiligt tekin um, at tað er tíð til broytingar á føroyska telemarknaðinum
Umleið 100 hava teknað seg at gerast eigarar av Tosa.
Tosa fer at seta fokus á lágprís og onnur viðurskifti, ið skapa stór virðir fyri kundan og restina av Føroyum, sigur Tummas við Skipá.
Les eisini: Skjótt klárir við bíligari telefonhaldi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald