Innanlands

– Umráðandi at evnið verður tikið upp við jøvnum millumbili

Tá fólk ikki ynskja at úttala seg fyri persónligum útspillingum er okkurt galið, heldur Annika Olsen, sum sigur, at okkara kjakmentan eigur at vera tikin í størsta álvara

– Tann verbali harðskapurin á netinum er harður, og kann í grundini samanberast við, at tú fer ein túr í býin og onkur gevur tær ein frammaná, bara tí tað ert tú, sigur Annika Olsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

– Tann verbali harðskapurin á netinum er harður, og kann í grundini samanberast við, at tú fer ein túr í býin og onkur gevur tær ein frammaná, bara tí tað ert tú, sigur Annika Olsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-08-29 14:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

– Í mun til haturstalu er tað ein byrjan, at portalarnir strika møguleikan hjá fólki at viðmerkja greinir og annað. Aloftast eru viðmerkingarnar fullar av persónligum álopum heldur enn kvalifiseraðum og fakligum innleggum, sum leggja nakað afturat kjakinum ella upplýsa okkum um nakað annað.

Soleiðis skrivaði Annika Olsen, tingkvinna fyri Fólkaflokkin og fyrrverandi borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, m.a. á sín Facebook-vanga fyrradagin.

Hendan útsøgnin hevur elvt til kjak, og tá lesarar hjá Portalinum herfyri vórðu spurdir, hvørja støðu teir høvdu í málinum, svaraðu 62 prosent, at teir hildu, at tað skuldi vera møguligt at viðmerkja greinar á netmiðlum.

Les eisini: Ein meiriluti vil hava møguleika at viðmerkja greinar á netmiðlum

Í lesarabrævi í dag leggur Annika Olsen afturat, at hon heldur tað vera umráðandi, at evnið um okkara kjakmentan verður tikið upp við jøvnum millumbilum.

– Tað er umráðandi, at vit av og á steðga á, og taka hitan av okkara kjakmentan. Er hon á rættari leið? Ella er hon farin av sporinum? Kjakið ávirkar okkum beinleiðis sum óbeinleiðis, og tí er eisini umráðandi, at vit taka evnið í størsta álvara og viðgera tað við jøvnum millumbili, sigur hon.

Okkurt er heilt spinnandi galið

– Lat tað vera greitt, at orsøkin til, at eg havi tikið evnið upp at strika viðmerkingar til lesarabrøv á portalum, hevur onki við mín persón sum politikara at gera. Eftir 20 ár í politikki man eg nokk tola meiri enn tey flestu, og dugi væl at solda frá tað, sum tápuligt og persónligt niðurgerðandi og at solda fólk frá, sum ikki megna at orða seg virðiligt og sakligt og halda seg til evnið. Men tað merkir ikki, at tað er í lagi.

– Tað merkir ikki, at onnur skulu ígjøgnum “sama kloakkrør, har krákurnar sleppa at pilka eyguna úr einum”, áðrenn man er herdað ella herdaður til alment at traðka fram á almennu miðlunum. Tá er okkurt heilt spinnandi galið við okkara kjakmentan, heldur Annika Olsen.

Tingkvinnan sigur seg hava hoyrt frá granskarum, fakfólkum, ungum politikarum og øðrum, at tey ikki ynskja at úttala seg, tí tey hvørki tíma ella orka at úttala seg fyri persónligum útspillingum. Tá er okkurt spinnandi galið, og er tað ein trupulleiki, sum krevur umrøðu og viðgerð, sigur hon.

Hevur einki við talufrælsið at gera

Summi halda uppskotið hjá Anniku Olsen um at strika møguleikan at viðmerkja lesarabrøv ger seg inn á talufrælsið, men hetta er ein misskiljing, heldur Annika Olsen.

– Fólk hava allar ríkar møguleikar at svara einum lesrarabrævi aftur, antin við at skriva eitt aftursvar sjálvi ella í øðrum lagi at deila tað á sosialu miðlunum, so har er ongin vandi á ferð. Tað, sum er ein bági fyri okkara fólkaræði er, at ein lítil minniluti sleppa at niðurgera og spilla persónar og menniskjur út, uttan at hetta fær nakrar fylgjur yvirhøvur. Tað síggi eg sum eitt álop á okkara fólkaræði og okkara talu og skrivifrælsi.

Alt lesarabrævið hjá Anniku Olsen sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder