
Amerikanska vitjanin í Grønlandi er tekin um vantandi virðing fyri grønlendska fólkinum, heldur Jens-Frederik Nielsen, formaður í flokkinum Demokraatit.
– Tað, at amerikanarar eru væl vitandi um, at vit standa í eini samráðingarstøðu og at vit hava eitt kommunuval, sum enn ikki er yvirstaðið, men at teir kortini koma til Grønland, vísir enn einaferð vantandi virðing fyri grønlendska fólkinum, sigur hann við grønlendska miðilin Sermitsiaq.
Tað eru m.a. amerikanska varaforsetafrúan, Usha Vance, amerikanski trygdarráðgevin, Mike Waltz, og amerikanski orkumálaráðharrin, Chris Wright, sum vitja í Grønlandi í vikuni.
Vitjanin snýr seg um at læra meira um Grønland, grønlendsku mentanina, søguna og fólkið, og at síggja eina hundasletukapprenning, sum USA hevur stuðlað, sigur talsfólk hjá Hvítu Húsunum sambært Ritzau.
Formaðurin í Demokraatit undirstrikar, at vitjanin ikki má ávirka stjórnarsamráðingarnar í Grønlandi, og eiga fólk at sláa kalt vatn í blóðið og halda fast við málinum um at vísa umheiminum "at okkara land ikki er ein handilsvøra, og at vit hava sjálvræðisrættin í landinum, sum skal virðast, og sum eingin skal taka frá okkum".
Les eisni: Amerikanarar fáa ongan fund við grønlendsk stjórnarumboð
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald