Innanlands

- Útlendingar verða stappaðir saman í illa farnum húsum

Kanning, sum 13 fakfeløg hava latið gjørt, vísir vánalig bústaðarviðurskifti hjá rumenum í Havn. Les alla kanningina her

Húsini í Jekaragøtu í Havn (Mynd: Handverk.fo)

Húsini í Jekaragøtu í Havn (Mynd: Handverk.fo)

2019-08-05 17:46 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein fyritøka, sum fær rumenar til Føroya at arbeiða er komin í andglettin eftir at kanning, sum 13 fakfeløg hava gjørt, er blivin kunngjørd í dag.

Felagið eitur Firmport, og hevur eitt nú hevur tríggjar bygningar í Jekaragøtu í Havn, har rumenar búgva. Sambært kanningini hjá fakfeløgunum eru bústaðarviðurskiftini sera vánalig.

- Kanningin vísir, at útlendingar verða stappaðir saman í illa farnum húsum. Ofta bæði tveir og tríggir í hvørjum kamari. Í onkrum føri eru loftsrúm enntá tikin í nýtslu til at hýsa útlendingum. Soleiðis hava tveir mans, faðir og sonur, búð á einum ovastalofti í Havn – bókstaviliga í einum ventilatiónsanleggi, stendur at lesa í kanningini, sum hevur fingið heitið “Rumenar á loftinum”.

- Húsaleigan hjá hesum rumenum er millum 2000 og 2300 kr. um mánaðin. Teir, sum búgva einsamallir gjalda 2300 kr. um mánaðin. Teir sum búgva tveir ella tríggir saman á hvørjum kamari gjalda 2000 kr. um mánaðin í part. Tað merkir, at í summum førum gjalda rumenar tilsamans 6000 kr. um mánaðin fyri eitt kamar, sum er áleið 12 fermetrar til støddar. Menninir, sum búgva á ovastaloftinum gjalda tó bara 1700 kr. um mánaðin, stendur víðari í kanningini.

Liljan Weihe, journalistur, hevur gjørt kanningina fyri fakfeløgini.

Øll kanningin kann lesast her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder