Krúnprinsaparið Fríðrikur og Mary og fýra børn teirra koma við kongsskipinum Dannebrog á almenna vitjan í Føroyum í døgunum 23.-26. august.
Vitjanin hevur eina umfatandi skrá, har krúnprinsaparið millum annað fær høvi at uppliva stórfingnu náttúruna, serstøku mentanina og føroyskan mat. Men hetta merkir eisini, at nógvir myndugleikar eru innyvir, og nógv praktiskt skal fyrireikast í mun til vitjanina, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.
- Tað skal koordinerast væl. Tað er tað praktiska í tí, tey skulu vitja ymisk støð og fartast ímillum hesi vitjunarstøðini - onkutíð í bili, onkutið í tyrlu og onkutíð í báti. Øll tey tingini skal mann næstan prøva av áðrenn, sigur vaktleiðarin.
- Tað er øgiliga tíðarkrevjandi, og tað er ein øgiligur innsatsur, sum verður í mun til krúnprinsavitjanina.
Hansara kongliga tign Fríðrikur krúnprinsur og hennara kongliga tign Mary krúnprinsessa fara at vitja í Tórshavnar kommunu, Klaksvíkar kommunu, Runavíkar kommunu, Sunda kommunu og Fugloyar kommunu, og tað er fyrstu ferð síðani 2005, at tey vitja í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald