Uttanlands

– Vit eru ikki ogn hjá øðrum

Tað sigur grønlendski landsstýrisformaðurin í svari til amerikanska forsetan, sum um vikuskiftið segði, at hann er 100 prosent vísur í, at USA fer at fáa Grønland

Nýggi grønlendski landsstýrisformaðurin, Jens-Frederik Nielsen (Mynd: EPA)

Nýggi grønlendski landsstýrisformaðurin, Jens-Frederik Nielsen (Mynd: EPA)

2025-03-31 16:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

USA fær ikki Grønland.

Tað er greiði boðskapurin frá nývalda grønlendska landsstýrisformanninum Jens-Frederik Nielsen, eftir at amerikanski forsetin, Donald Trump um vikuskiftið segði við amerikanska NBC News, at USA 100 prosent fer at fáa Grønland.

– Lat meg gera tað greitt. Tað fær USA ikki. Vit eru ikki ogn hjá øðrum. Vit taka sjálvi avgerðir um okkara framtíð, skrivar Jens-Frederik Nielsen á Facebook.

Hann leggur afturat, at fólk eiga ikki at vera óttafull men eiga at vera rólig, virðilig og halda saman.

– Og tað er gjøgnum hesi virði, at vit heilt greitt og róligt skulu vísa amerikanska forsetanum, at Grønland er okkara.

– Soleiðis var tað í gjár. Soleiðis er tað í dag. Og soleiðis fer tað eisini at vera framyvir, sigur hann.

Seinastu tíðina hevur Trump ferð eftir ferð endurtikið ætlanirnar hjá USA at fáa Grønland, og hevur amerikanski forsetin eisini sagt, at hann ikki kann útiloka nýtslu av hermegi. Tað gjørdi hann eisini í samrøðu við NBC News um vikuskiftið, har hann tó legði afturat, at tað helst kundi gerast uttan.

Les eisini: – Vit fara 100 prosent at fáa Grønland

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder