
– Vit fara at fáa Grønland. Ja, 100 prosent, sigur amerikanski forsetin, Donald Trump í samrøðu við NBC News.
Amerikanski forsetin endurtók, at hann ikki útilokar nýtsluna av hermegi fyri at fáa Grønland, men kortini heldur hann ikki, at tað verður neyðugt.
– Nei, eg fari ongantíð at útiloka hermegi. Men eg haldi, at har er góður møguleiki fyri, at vit kunnu gera tað uttan hermegi, sigur Trump, sum eisini vil vera við, at hann hevur havt veruligar samrøður um at taka ræði á Grønlandi. Hvønn hann hevur havt samrøður við, er ógreitt.
Tá Trump varð spurdur, um hvørji signal ein amerikonsk yvirtøka av Grønlandi hevði sent bæði til Russland og restina av heiminum, svaraði Trump:
– Eg hugsi ikki veruliga um tað. Eg leggi ikki í tað. Grønland er ein spurningur fyri seg, heilt øðrvísi. Tað snýr seg um altjóða frið. Um altjóða trygd og styrki.
Les eisini: Mette Frederiksen til Grønlands í komandi viku
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald