
Í komandi viku fer danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen fer til Grønlands á vitjan.
Vitjað verður í Grønlandi mikudag til fríggjadag, og skal Mette Frederiksen m.a. hitta Jens-Frederik Nielsen, nývaldur landsstýrisformaður í Grønlandi, og eisini skal hon hitta nýggju grønlendsku stjórnina, sum varð skipað fríggjadagin, boðar danska forsætismálaráðið frá sambært Ritzau.
– Grønland hevur júst verið ígjøgnum eina góða demokratiska tilgongd og hevur skipað eina breiða stjórn. Tað er umráðandi hjá mær at koma á vitjan skjótast gjørligt og heilsa uppá komandi formannin fyri Naalakkersuisut, sigur danski forsætisráðharrin.
Fríggjadagin, sama dag sum nýggj stjórn varð skipað, vitjaði amerikanski varaforsetin, J.D. Vance í Grønlandi.
Les eisini: Vance: Danmark hevur ikki gjørt eitt gott arbeiði
Les eisini: – Tað er ikki rættvísandi
Nýggi grønlendski stjórnarleiðarin hevur sagt, at vitjanin var eitt tekin um vantandi virðing hjá amerikanarunum fyri Grønlandi, og sambært danska forsætisráðharranum hava grønlendingar alla virðing uppiborið fyri handfaring teirra av trýstinum frá USA, har forsetin, Donald Trump ferð eftir ferð hevur boðað frá, at hann ynskir at taka ræði á Grønlandi.
– Tað er ein støða, sum krevur samanhald tvørturum politiskar flokkar. Tvørturum lond í ríkisfelagsskapinum. Og eitt samstarv á virðiligan og javnsettan hátt, sigur hon.
Eisini danski verjumálaráðharrin, Troels Lund Poulsen ætlar sær at vitja í Grønlandi í næstum.
Við TV2 sigur hann, at hann ætlar sær til Grønlands innan fáar vikur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald