Innanlands

- Vit kunnu ikki bara senda fólk til hús tá arbeiðsloysið minkar

Stjórin í ALS, Magni á Deild Olsen, vísir á, at tey mugu tryggja vitanina í húsinum og kontinuitetin

2019-04-05 12:07 Author image
Ari av Rana
placeholder

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, tingkvinna fyri Fólkaflokkin, mælir til, at umsitingin í ALS verður skerd. Hon vísir á, at arbeiðsloysið einans er 1,1%, sum svarar til 268 arbeiðsleys, og tí er ikki neyðugt við 30 starvsfólkum á ALS.

Magni á Deild Olsen, stjóri í ALS, er samdur í, at talið av starvsfólkum í ALS skal partvíst tillagast eftir arbeiðsloysinum.

- Vit tillaga alla tíðina starvsfólkahópin og virksemi til tann tørvin sum er og tað arbeiðsloysið, sum er, sigur Magni á Deild Olsen við Kringvarpið.

Stjórin vísir tó á, at hann ikki kann senda helvtin av fólkinum til hús, bara tí at arbeiðsloysið fellir í eina tíð.

- Vit mugu tryggja vitanina og royndirnar sum eru í húsinum og tryggja kontinuitetin, sigur stjórin í ALS.

Magni á Deild Olsen vísir eisini á, at fleiri funktiónir eru í húsinum, sum ikki eru knýtt at talið av arbeiðsleysum. Eisini vísa hagtøl, at talið av starvsfólkum í ALS er minkað úr 44 til 29 seinastu árini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder