"Vit kunnu ikki sum samfelag hyggja at, meðan ung fólk vikuskifti aftaná vikuskifti koma í óføri á dansistøðunum kring landið," skrivar Djóni Nolsøe Joensen í lesarabrævi.
Hann heitir á landsstýrismannin við vinnumálum um at áseta lógarkravt aldursmark fyri atgongd til dansistøð um náttina.
Í dag er nevniliga einki lógarkravt aldurmark fyri at koma inn á skeinkistøð. Galdandi forboðið snýr seg bert um skeinkingina fyri ungum undir 18 ár.
Djóni Nolsøe Joensen heldur tað vera umráðandi at skilja millum gistingarhús og matstovur, og so dansistøð, ið hava opið alla náttina.
"Meðan tað helst ikki er nakar trupulleiki, at børn og ung hava atgongd til gistingarhús og matstovur, har tað verður skonkt fyri vaksnum, so er søgan ein onnur, tá tað kemur til dansistøð í náttarlívinum. Tí neyvan er tað nakar í myrkrinum, sum heldur eyga við, at tað bara er tann, sum keypti, sum drekkur av glasinum," skrivar Djóni Nolsøe Joensen.
Til ber at lesa alt lesarabrævið her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald