Tað er ikki bara tingkvinnan Sonja Jógvansdóttir, ið undrast á, hví nýyvirtikna familjurættarliga økið skal flytast úr Heilsu- og innlendismálaráðnum til Almannamálaráðið 1. oktober.
Netverkið av sálarliga/fysiskt harðskapraktum norðurlendingum, sum telur 1500 fólk, har 40 føroyingar eru umboðaðir, talar nú eisini at í lesarabrævi, sum er sent til miðlarnar.
Áhugabólkurin sigur, at tey hava fegnast, síðan tað frættist, at føroyingar skuldu yvirtaka familjurættarøkið, tí fleiri í netverkinum líða undir donsku Hjúnaskilnaðarlógini, sum í Føroyum er blivin útint av Ríkisumboðnum.
- Vit hava í hesum sambandi havt fundir við fólk í Heilsu- og Innlendismálaráðnum, har vit hava følt at okkara sjónarmið eru hoyrd. Hesi embætisfólk, sum hava arbeitt við at yvirtaka málsøkið, sita soleiðis inni við eini rúgvu av vitan um familjurættarøkið. Tá løgmaður so velur at flyta familjurættarøkið, fellur hendan vitan helst burtur, sigur Sidsel Jensdatter Lyster vegna netverkið av harðskapsraktum norðurlendingum.
- Vit sakna argumentir fyri, hví málsøkið skal flytast tann 1. oktober. Um talan er um, at barnsins tørvur á hendan hátt betri verður møttur, og at lættari verður at skipa tvørfakligt samstarv við Barnavendarøkið, so fegnast vit. Men vit sakna eina frágreiðing og undrast um, hví einki hevur verið at hoyra um orsøk fyri flytingina.
Netverkið vil vera við, at tað er av alstórum týdningi, at føroyingar ikki blint yvirtaka lógir úr øðrum norðurlendskum londum.
- Okkara føroyska deild í netverkinum samstarvar við deildir í Danmark, Noregi, Íslandi og Svøríki, har hvørki barnarættinda- ella mannarættindasáttmálarnir verða hildnir.
- Fleiri av føroyingunum í okkara netverki eru áløgd at útlevera børn til samveru við harðskapi hvørja viku. Onnur foreldur við góðum foreldraførleikum hava mist børnini til eitt óegnað foreldur. Vit eru ørkymlað um børnini, sum áhaldandi eru fyri sálarligum og fysiskum harðskapi. Fyri hvønn dag, ið gongur, eru tað fleiri børn sum liva ein dag afturat í misbrúki, umsorganarsviki og vanrøkt. Hetta er niðurbrótandi hjá teimum góðu foreldrunum at síggja, men verri er hjá børnunum, sum áttu at havt ein tryggan barndóm, sigur Sidsel Jensdatter Lyster.
- Landsstýriskvinnan Sirið Stenberg lovaði herfyri at kanna málið eftir ólavsøku, soleiðis at vit fingu ein góða føroyska lóg til barnanna besta. Nú tykist sum stígur er komin í at føroyska familjurættarøkið samstundis sum tað skal flyta frá einum málaráðið til eitt annað. Ein lóg skal ikki skundast ígjøgnum, men gerast á besta hátt. Hetta skilja vit. Men hvussu leingi er nú ætlanin, at vit og børnini skulu bíða?, spyr netverkið.
Les lesarabrævið í fullari longd her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald