Tað er sjáldsamt, at føroysk viðurskifti verða lýst í donskum miðlum, men krúnprinsavitjanin hevur gjørt sítt til, at danskarar fáa meira kunning av alskyns slag um Føroyar í miðlunum - m.a. hava føroysk klæðir verið frammi í donskum miðlum, fótbóltsdysturin millum HB og B36 hevur eisini verið frammi, og nú verður ljós varpað á viðurskiftini hjá lesandi og góðu búskaparligu gongdina í Føroyum.
- Fyri nøkrum árum síðani hevði Linda Klein bara tveir møguleikar, um hon vildi lesa víðari aftaná HF. Antin kundi siga farvæl við familju og vinir, flyta til Danmarkar fyri at lesa fíggjarbúskap, sum hon gekk og droymdi um. Ella kundi hon vera verandi í Føroyum og lesa okkurt, sum hon ikki hevði hug til.
Soleiðis byrjar greinin á heimasíðuni hjá Danmarks Radio, sum hevur verið í Føroyum í sambandi við krúnprinsavitjanina og hevur fingið eitt prát við Lindu Klein, sum er lesandi og fegnast um teir meiru fjølbroyttu lestrarmøguleikarnar í Føroyum.
- Fleiri útbúgvingar eru komnar, og vit hava fingið eitt deiligt skúlaheim, sum ger tað lættari at vera lesandi.
Samrøðan hjá DR við Lindu Klein um gongdina í Føroyum kann lesast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald