Fríggjadagin er 1. mai, sum er altjóða arbeiðaradagur. Vanliga skipa Sosialistisk Ung fyri morgunmati í Javnaðarhúsinum hendan dagin, og nógv fólk plaga at leggja leiðina framvið á veg til arbeiðis. Seinnapartin plagar Norðstreymoyar Javnaðarfelag, saman við øðrum, at skipa fyri tiltaki á sonevnda Reyða torginum í Vestmanna. Orsakað av koronasmittuni verða hesi tiltøkini í ár avlýst. Men arbeiðaradagurin skal kortini hátíðarhaldast. Stríðið fyri korunum hjá verkafólkinum skal minnast og nýggj mál skulu setast.
Tí fer Javnaðarflokkurin at senda beinleiðis av síðuni á Facebook fríggjadagin kl. 16. Fyrri røðari er formaður Javnaðarfloksins, Aksel V. Johannesen. Seinni røðari verður fakfelagsforkvinnan Mary Antonsdóttir. Hon hevur verið forkvinna fyri Heilsuhjálparafelag Føroya síðan 2017.
Til ber at fylgja síðuni hjá Javnaðarflokkinum, har røðurnar verða sendar, her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald