
Í gjár vórðu fýra ungir afghanar allir dømdir tíggju ára fongsulsrevsing fyri at hava sett eld á eina flóttafólkalegu á griksku oynni Lesbos í fjør.
Talan er um Moria-leguna, ið hýsti 10.000 flóttafólk. Eingin lat tó lív í eldinum.
Tveir aðrir afghanar fingu í mars fimm ára fongsulsrevsing í sama máli.
Sambært verjanum hjá teimum dømdu, var talan ikki um eitt rættvíst rættarmál, og fara teir at kæra dómin, skrivar Ritzau.
Tríggir av teimum dømdu eru yngri enn 18 ár, men griksku myndugleikarnir hava ikki viðurkent teir sum ómyndigar, siga teir.
Moria-legan varð gjørd í 2013 til 3.000 fólk, men legan varð ovfylt undir flóttafólkakreppuni í 2015, tá fleiri 100.000 flóttafólk leitaðu sær til Evropa.
Eftir eldin í Moria-leguni, setti ES 276 mió. evrur (yvir tvær mia. í okkara krónum) av til at gera nýggjar legur á oynnum Lesbos, Chios, Samos, Kos og Leros.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald