Innanlands

10 kvinnur og 19 menn á sambandslistanum

Sí myndirnar tá Sambandsflokkurin legði valskránna fram í Smæruni í Havn

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2019-08-14 15:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Sambandsflokkurin hevur 29 fólk á listanum, sum bjóða seg fram til at manna løgtingið eftir valið 31. august.

Talan er um 10 kvinnur og 19 mans. Býtið er eisini 10-19 millum bygd og høvuðsstað. 10 av teimum 29 hava bústað í høvuðsstaðarøkinum, meðan 19 búgva uttan fyri høvuðsstaðin.

Um hugt verður eftir listanum hjá Sambandsflokkunum til seinasta val sæst, at nøkur av teimum, sum fingu oman fyri hálvtannaðhundrað atkvøður, ikki eru við aftur á listanum.

Hetta er galdandi fyri toppskoraran, fólkatingsmannin og fyrrverandi løgmann og floksformannin, Edmund Joensen, sum ikki stillar uppaftur, men hevur latið plássið á listanum víðari til abbadóttrina, Onnu Falkenberg.

Ein annar, ið hevur latið sessin víðari, er fyrrverandi javnaðarmaðurin, Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopun, sum hevur latið sessin á sambandslistanum til sonin, Sámal Hanna Lognberg.

Tveir, sum vórðu valdir seinast stilla ikki upp aftur. Magni Laksafoss, sum tók seg úr Sambandsflokkinum, og Bjørn Kalsø, sum hevur valt at siga politikkinum farvæl, í hvussu so er fyribils.

Fyrrverandi tinglimurin og tingbólkaformaðurin, Alfred Olsen, ið fekk 243 atkvøður seinast, stillar heldur ikki uppaftur.

Av teimum 30, sum stillaðu upp fyri Sambandsflokkin seinast, eru 18, sum ikki stilla upp hesaferð.

Listin hjá Sambandsflokkinum sær soleiðis út:

Allan Skaalum


Alvi Mortensen


Anja Haldansen


Anna Falkenberg

Annfinn Brekkstein

Bárður á Steig Nielsen

Edva Jacobsen

Eivin Helgi Jacobsen


Erhard Joensen


Eyðbjartur Sólheyg Skaalum

Eyðdis Hartmann Niclasen

Frimodt Rasmussen


Hans Marius Edvard Høgnesen

Helgi Abrahamsen

Ingi Mittún


Jaspur Langgaard


Jens Jensen


Jensia Højgaard Kjærbæk

Johan Dahl


Kaj Leo Holm Johannesen

Magnus Rasmussen

Meifríð Weihe Hansen

Nina Dahl


Ragnar Isaksen

Rósa Samuelsen


Sámal Hanni Lognberg

Sunneva Simonsen Ludvig

Sunrid Traðará


Villads Elbo Bøgesvang

Les eisini: Sambandsflokkurin ikki bara bláur – nú eisini reyður 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder