Í gjárkvøldið varð ein maður í 20’unum skotin til deyðis á Malmø. Hetta er 10 ferð í ár, at skottilburður krevur mannalív í svenska býnum.
Løgreglan hevur enn ikki illgruna til nakran í samband við skottilburðin, men hevur kallað fleiri persónar til avhoyringar. Løgreglan eftirlýsir eisini fýra menn, sum koyrda frá staðnum á tveimum prutlum. Seinni á kvøldinum var ein knallert í ljósum loga funnin tætt við har skottilburðurin fór fram, skrivar TV2.
Skottilburðurin er tann 19. á Malmø í ár. 10 persónar hava latið lív, meðan aðrir 10 eru særdir. Svenska løgreglan sigur, at eina av orsøkunum til mongu skottilburðarnar allarhelst er, Skåne hevur nógv kriminelt virksemi nær við Danmark, Týsklandi og Póllandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald