Innanlands

1.000 kr. í bót fyri ikki at skava rútarnar

Løgreglan ávarar móti hálku kring alt landið í morgun

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2024-11-19 08:02 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað ræður um at skava rútarnar væl fyri ís og kava áðrenn farið verður avstað í bilinum í hesum kuldaveðrinum.

Løgreglan støðgaði í gjár einum bili í Havn, sum einans hevði skava rútin frammanfyri, men ikki hevði útsýni gjøgnum bakrútin ella síðurútar. Hetta er ólógligt, og bilførarin fekk eina bót á túsund krónur.

Løgreglan ávarar um nógva hálku í morgun. Tvey hálkuóhapp hava verið, sum tó ikki vóru álvarslig. Eitt í Hoyvík í gjár og eitt á Glyvrum um fýratíðina í morgun. Í báðum førum var bilurin gliðin hálvur út av koyribreytini. Løgreglan kom á staðið og staðfesti, at bilførarin var edrúur og at dekkini vóru í lagið.

Í gjárkvøldið ringdu fólk til løgregluna, tí tey høvdu ampa av, at smádreingir blakaðu kavabløk eftir húsunum í grannalagnum. Ein bilur varð sendur á staðið, og so skjótt, sum dreingirnir sóu politibilin, hvurvu teir, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder