placeholder
Uttanlands

10.000 vaktir skulu verja landamarkið til Evropa

Formaðurin í ES-kommissjónini vil steðga tilflytarum, sum ikki hava rætt til uppihaldsloyvi

Jean-Claude Juncker (Mynd: Ritzau)

Jean-Claude Juncker (Mynd: Ritzau)

2018-09-12 07:38 Author image
Ari av Rana
placeholder

Formaðurin í ES-kommissjónini, Jean-Claude Juncker, ætlar at steðga teimum mongu ólógligu tilflytarunum, sum royna at koma til Evropa. Tí fer hann at leggja fram uppskot, sum skal steðga teimum tilflytarum, sum ikki hava rætt til uppihaldsloysi í Evropa.

Hetta fer Juncker at gera, tá hann heldur sína árligu talu um støðuna í ES í Evropa Parlamentinum í Strasbourg í dag.

Ætlanin hjá Juncker er at seta á stovn ein felags vaktarlið við ES-landamarkið, sum skal telja 10.000 vaktir. Summir av vaktunum skulu hava hava vápn, alt eftir hvørjum landið teir eru í og hvør lóggávan er í landinum, skrivar TV2.

Høvuðsendamálið hjá teimum er at verja landamarkið til Evropa. Hetta liðið skal verða upp á pláss í 2020. Sambært uppskotinum Juncker verða 260 milliardir settar av til endamálið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder