Innanlands

11 av 14 valevnum eru úr høvuðsstaðnum

Átta menn og seks kvinnur stilla upp fyri Framsókn - myndir frá framløguni á Gamla Apoteki í dag

Ruth Vang og Hanna Jensen (Mynd: Sverri Egholm)

Ruth Vang og Hanna Jensen (Mynd: Sverri Egholm)

2019-08-12 14:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

14 fólk stilla upp á listanum hjá Framsókn til løgtingsvalið 31. august. Kynsbýtið er átta menn og seks kvinnur.

Um tað er ein rímilig javnvág millum kynini, so er tað alt annað enn javnvág tá hugt verður eftir heimstaðnum hjá teimum uppstillaðu. Ongin suðuroyingur, ongin sandoyingur, onki vágafólk og ongin norðoyingur stillar upp fyri Framsókn

11 av teimum 14 valevnunum eru búsitandi í høvuðsstaðarøkinum, herundir Nólsoy, meðan trý eru ”av bygd”. Bygdafólkini eru Hanna Jensen, Norðragøta, Øssur Christiansen, Vestmanna og Árni M. Dam, Norðskáli.

Um hugt verður eftir listanum yvir tey uppstillaðu til seinasta løgtingsval, so eru nøkur markant fólk, sum ikki eru við longur, eitt nú Sirkus-eigarin Sunneva H. Eysturstein, Ása Hammershaimb Christiansen, sum nú starvast í Kringvarpinum og fyrrverandi ting- og landsstýrismaðurin, Sámal Petur í Grund, sum er farin ”heimaftur” í Sjálvstýri.

Les eisini: Framsókn vónar at samgongan kann halda fram 

Tey uppstillaðu eru hesi:

Árni M. Dam

Bergunn Kass

Birita Arge

Bjarni K. Petersen

Hanna Jensen

Høgni Reistrup

Jógvan Fríði Tróndarson

Karlot Hergeirsson

Oda W. Aandreasen

Poul Michelsen

Róaldur Jákupsson

Ruth Vang

Súsanna Olsen

Øssur Christiansen 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder