Uttanlands

11 mánaða gamal drongur bjargaður úr húsaleivdum

Lá í vøggu síni í 35 tímar í 18 kuldastigum

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2019-01-01 15:20 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein 11 mánaða gamal drongur varð í dag bjargaður úr leivdunum av einum rapaðum bygningi í russiska býnum Magnitogorsk.

Drongurin hevði ligið í 35 tímar í leivdunum av íbúðabúsinum í tíggju hæddum, sum rapaði tíðliga nýggjársaftan eftir eina gassspreinging, skrivar AP-tíðindastovan.

Myndugleikarnir á staðnum upplýsa, at lítli drongurin hevur stórar skaðar. Higartil eru sjey fólk funnin deyð í húsaleivdunum, meðan 37 enn eru saknað.

Ongar vónir vóru um at finna fleiri á lívi, tá smádrongurin varð funnin.

Umstøðurnar eru heldur ikki góðar. Í nátt vóru 18 kuldastig í Magnitogorsk, sum liggur nærhendis Uralfjøllunum, 1.700 kilometrar eystan fyri Moskva. Bjargingararbeiðið hevur eisini verið tarnað orsaka av at aðrir bygningar standa til at rapa.

- Bjargingarfólkini hoyrdu barnagrát. Barnið varð funnið liggjandi í eini vøggu, og hevði hildið varman, tí tað var væl ballað, skrivar Boris Dubrovsky, guvernørur í økinum á sosiala miðlinum Telegram.

Mamman yvirlivdi hendingina og hevur eyðmerkt barnið. Drongurin er nú fluttur á sjúkrahús í Moskva til viðgerðar fyri løstirnar, skrivar DR. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder