2018-12-28 12:03
Í ár valdi Danskir Ættargranskarar at almannakunngera ein part av nøvnunum í Bovrup-skjalasavninum yvir danskar nasistar áðrenn og undir 2. Veraldarbardaga.
Síðani 1. november hevur verið gjørligt, gjøgnum skjalasavnið hjá granskarunum at taka niður listan við nøvnunum á áleið 5000 av teimum næstan 23.000 persónunum, sum vóru limir í danska nasistaflokkinum. Hesi 5000 eru persónar, sum eru føddir í 1908 ella fyrr, og vildu tí verið 110 ár í dag.
Leiðarin á skjalasavninum sigur, at vanliga eru áleið 100 fólk, sum taka niður listarnar av tí, sum skjalasavnið letur út, men higartil hava 11.000 fólk tikið niður listan við nøvnunum á nasistunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald