Spælifilmurin “111 góðir dagar” hevur gingið í Havnar Bio í nakrar vikur við sera góðari móttøku. Fríggjadagin byrjar hann eisini at ganga í Atlantis Bio í Klaksvík. Leikstjórin, Trygvi Danielsen, og høvuðsframleiðarin, Pætur Marjunarson Dahl, fara at innleiða sýningina og svara spurningum frá áskoðarunum eftir filmin.
Atgongumerki fáast á heimasíðuni hjá Atlantis, nordbio.fo.
“111 góðir dagar” er ein spælifilmur á 95 minuttir, sum snýr seg um tveir menn, sum blíva við at hittast undir margháttligum umstøðum. Tað vísir seg spakuliga, at teir eru samantvinnaðir av onkrari hægri megi, sum teir ikki skilja.
Talan er um ein svartan skemtifilm, ið m.a. viðger skiftið frá ungdómi til vaksnamannalívið.
Nógv kend andlit eru við í filminum. Høvuðsleikarar eru Búi Dam, Torkil Tórgarð, Mariann Hansen, Annika Hoydal og Kjartan Hansen. Trygvi Danielsen hevur skrivað og leikstjórnað filmin, sum Pætur Marjunarson Dahl hevur framleitt í samstarvi við KVF.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald