Svenska Maja Rosén er ein teirra, ið hevur tikið stig til átakið "Vit verða verandi á jørðini í 2019". Hetta snýr seg um at velja flogferðir frá komandi árið fyri umhvørvið.
Endamálið hjá henni er at fáa 100.000 sviar við uppá tað. Sum nú er hava uml. 12000 fólk meldað seg til á Facebook.
CO2-útlátið hjá einum flogfari er øgiliga stórt, og tí er hetta ein góður máti at byrja, um ein ynskir at liva meira umhvørvisvinarligt, sigur Maja Rosén við DR.
"Eitt ár uttan at ferðast við flogfari kennist lættari fyri tey flestu enn ongar flogferðir restina av lívinum. Nógv varnast so aftaná eitt ár, at tey kunnu vera flogferðirnar fyri uttan, og tí flúgva tey ikki eins nógv, og tey plagdu at gera," sigur Maja Rosén, sum sjálv ikki hevur flogið í 10 ár orsakað av veðurlagnum.
Tey flestu, sum Maja hevur tosað við á gøtunum eru jalig, tá hon nevnir átakið, men tað eru ikki øll, ið kunnu vera flogferðirnar fyri uttan. Men kortini siga fólk, hóast tey ikki kunnu gevast við at flúgva, at tey ætla at stríðast fyri veðurlagið á annan hátt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald