2018-08-22 08:28
Eitt tangaskip við georgiskari manning, sum taldi 17, hvarv tann 14. august út fyri Gabon. Skipið hvarv av radaranum og síðani tá hevur verið leitað í sjóøkinum við Gabon og Sao Tome Principe oyggjarnar.
Skipið sum eitur Pantelena er 121 metrar langt og vigar 7000 tons. Skipið siglir undir panamanskum flaggi og siglir við olju og kemikalium.
Hildið verður, at sjórænarar møguliga hava tikið skipið. Nógvir sjórænarar eru í sjóøkinum og skipið sløkti tað skipanina, sum ger tað gjørligt hjá fylgisveinum at fylgja tí. Hetta er tað fyrsta sum hendir, tá sjórænarar koma umborð á skip, sigur talsmaður fyri herin í Gabon.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald