Innanlands

Løgreglan fingið 13 fráboðanir um stormskaðar

Talan er m.a. um tekjur, ein húsvognur og eini úthús, sum vóru um at fara í vindinum og eina bingju, sum var farin á flog

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

2020-01-02 18:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinasta samdøgrið, meðan ódnarveðrið hevur herjað kring landið, hevur løgreglan fingið tilsamans 13 fráboðanir um stormskaðar, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

Fyrsta fráboðanin kom klokkan 16.55 seinnapartin í gjár, og seinasta fráboðanin kom klokkan 3.12 í nátt.

Talan var m.a. um nógv grót, sum var dottið niður á vegin við Hvalba, og um eina bingju í Hvalba, sum var farin á flog og endaði úti á vegnum, har hon var til ampa fyri ferðsluna.

Eitt hegn var koppað nærindis Eysturoyartunlinum, og fleiri fráboðanir vóru eisini um tekjur, sum vóru um at fara í vindinum.

Ein húsvognur í Sandoynni og eini úthús í Havn vóru eisini um at fara í vindinum.

Seinasta fráboðanin klokkan 3.12 snúði seg um eina flaggstong, sum var brotnað í Havn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder