Í Fraklandi verður aftur mótmælt í dag, og higartil eru 135 fólk handtikin í hesum sambandi, upplýsir franski innanríkismálaráðharrin, Laurent Nuñez.
Eisini verður boðað frá, at hald er lagt á fleiri vápn, skrivar Ritzau.
Undirstrikað verður tó, at tað higatil ikki hava verið nakrar álvarsligar hendingar.
Frakland hevur fyrireikað seg til enn eitt vikuskifti við harðligum mótmælum. Fleiri fótbóltsdystir í bestu fronsku deildini eru útsettir, fleiri metrostøðir og handlar eru stongdir, og 70.000 løgreglufólk eru send út á gøturnar - 10.000 fleiri enn í farnu viku. Eisini dronur, tyrlur, herfólk og hernaðarakfør eru send út.
Farna vikuskifti vórðu í minsta lagi 2.400 fólk handtikin, og nærum 1.000 løgreglufólk særd í sambandi við mótmælini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald