Uttanlands

14 fólk deyð í ódnarveðri í Filipsoyggjunum

Sambært altjóða veðurlagsstovninum er hetta ringasta tropiska ódnarveðrið higartil í ár

Mynd: Getty Images

Mynd: Getty Images

2018-09-15 19:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

14 fólk hava latið lív í Filipsoyggjum eftir at melduródnin, Mangkhut, kom inn yvir norðara part av landinum í gjárkvøldið.

Enn hevur tilbúgvingarmyndugleikin á staðnum einki yvirlit yvir skaðarnar, men fráboðanir eru um stórar skaðar, skrivar KVF.

"Nærum allir bygningar hava fingið skaða, og tekjur eru farnar við vindinum. Eingin hevur streym, og samskiftisnetverkini rigga heldur ikki," sigur Rogelio Sending, embætismaður fyri stjórnina í landspartahøvuðsstaðnum, Tugue-ga-rao.

Uml. 20 melduródnir raka í miðal Filipsoyggjar um árið. Í 2013 lótu meira enn 7.350 fólk lív í melduródnini Haiyan.

Sambært altjóða veðurlagsstovninum, er Mangkhut ringasta tropiska ódnarveðrið higartil í ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder