Ein fjakkari fann leygardagin 145 grindahvalir, sum høvdu gjørt landgongd á einari strond á fjarskotnu oynni Stewart Island í Ný Sælandi. Allir 145 hvalirnir doyðu.
Tá fjakkarin fann grindahvalirnar vóru 75 teirra longu deyðir, og myndugleikarnir í Ný Sælandi valdu at avlíva hinar 70.
Orsøkin til at teir 70 hvalirnir ikki stóðu at bjarga var, at teir vóru ov illa fyri, og at møguleikarnir at bjarga teimum út aftur á hav vóru ov ringir, skrivar danska TV2.
Hvalirnir vóru funnir við Masons Bay á Stewart Island, áleið 35 kilometrar frá Oban, sum er høvuðsstaður á oynni. Áleið 375 fólk búgva á Stewart Island.
Hvalirnir vóru skotnir og verða liggjandi á strondini, har náttúran sleppur at gera sítt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald