Uttanlands

15 mánaða gamli Artin druknaði í royndini at koma til Onglands

Málið um eitt barnalík, sum rak upp á land í Noregi er uppklárað

2021-06-07 15:16 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nýggjársdag í ár fann ein fiskimaður eina kavadrakt liggja og flóta við strondina á Karmøy við norsku vesturstrondina, beint norðan fyri Stavanger.

Tá klædnaplaggið varð kannað nærri, vísti tað seg, at vera líkið av einum druknaðum barni.

Eftir kanningar í fleiri mánaðir, er løgreglan nú komin fram til, at talan var um líkið av einum 15 mánaða gomlum drongi, sum druknaði í Ermasundi í oktober mánaði í fjør.

Drongurin æt Artin, og hann doyði saman við familjuni, tá báturin, tey vóru í, sakk í oktober.

Kurdiska familjan royndi at koma til Bretlands úr Fraklandi, skrivar BBC.

Líkini av fýra teirra vóru funnin, men einki sást aftur til 15 mánaða gamla drongin.

Nú er staðfest, at líkið, sum varð funnið við Karmoy, er hesin drongurin. Líkið verður nú flogið til Iran, har familjulimir fara at jarða restirnar.

Norska løgrelan visti ikki um nakað barn, sum var saknað, tá tey funnu líkið, og tí hevur tað tikið rættiliga drúgva tíð at uppklára hetta málið.

Tað var 27. oktober í fjør, at ein bátur sakk í Ermasundi millum Ongland og Frakland. Umborð var ein kurdisk familja úr iranska býnum Sardast nærhendis markinum til Irak. Rasoul Iran-Nejad og Shiva Mohammad Panahi, bæði 35 ár druknaðu saman við børnum teirra, níggju ára gomlu Anitu og seks ára gamla Armin. Lítli Artin varð ikki funnin aftur.

Fimtan onnur flóttafólk vóru í bátinum, men vórðu bjargað og flutt á sjúkrahús, skrivar BBC.

Ein longri grein um málið kann lesast á NRK  

[object Object]Øll familjan druknaði í royndini at koma úr Fraklandi til Onglands (Mynd: BBC)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder