Nógv rok hevur seinastu dagarnar, nú tað ljóðaði at samgongan ikki ætlaði at seta pengar av til tunlar norður um fjall soleiðis at arbeiðið kundi byrja í 2020.
Men nú bendir á, at arbeiðið at bora tunnilin kann byrja í seinnu helvt av 2020. Í øllum førum um løgtingið fylgir álitinum hjá meirilutanum í fíggjarnevndini, sum er komið í kvøld. Her verður skotið upp at 15 milliónir verða settar av í 2020 til Tunlar norð um Fjall.
- Sambært Landsverk er tunnilin millum Hvannasund og Árnafjørð liðugt projekteraður og klárur at bjóða út. Tunnilin millum Gerðabø og Árnafjørð er ikki liðugt projekteraður. Meirilutin heldur, at verkætlanin Tunlar norð um Fjall skal bjóðast út beinanvegin í 2020, so farast kann undir at bora tunnilin í seinnu helvt av 2020, skrivar meirilutin í álitinum.
- Samstundis sum gongd kemur á tunnilin millum Hvannasund og Árnafjørð, skal projekteringin av tunlinum millum Gerðabø og Árnafjørð gerast liðug. Sambært Landsverk ber til at bjóða alla verkætlanina út til sama eindarprís, hóast projekteringin av tunlinum millum Gerðabø og Árnafjørð ikki er liðug. Sambært Landsverk kemur samlaða verkætlanin at kosta millum 450 og 470 milliónir krónur, verður sagt í álitinum.
Eisini verða fimm milliónir settar av til Suðuroyartunnil. Endamálið við játtanini er at gera forkanningar og fyrireikingar til gerð av Suðuroyartunli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald