2021-09-29 10:35

Nú eru tilsamans 74.291 koronukoppsetingar gjørdar í Føroyum. 38.109 fólk hava fingið fyrru koppsetingina, og 36.182 fólk hava fingið seinnu koppsetingina.
Hetta svarar til, at 71,1 prosent av fólkinum eru koppsett fyri koronu, og at 67,5 prosent hava fingið seinnu koppsetingina.
Í gjár vórðu 160 fólk koppsett. 53 fólk fingu fyrru koppsetingina, og 107 fingu tað seinnu, skrivar corona.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald