Uttanlands

160.000 krónur fyri at uppkalla ormapaddu eftir Donald Trump

Blinda, ormalíknandi veran hevur fingið navnið Demorphus donaldtrumpi

2018-12-22 15:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein bretsk fyritøka hevur goldið 25.000 dollarar (uml. 160.000 krónur) fyri at sleppa at navngeva eitt nýtt slag av ormapaddu. Tað skrivar DR.

Fyritøkan Envirobuild, ið framleiðir veðurlagsvinarligt byggitilfar, hevur gjørt av at upkalla nýggja ormapadduna eftir amerikanska forsetanum, Donald Trump.

Sostatt fer blinda, ormalíkanandi veran, sum finst í Panama, framyvir at verða kend undir navninum Dermophus donaldtrumpi.

[object Object]

Sambært fyritøkuni er tað ikki av tilvild, at ormapaddan varð upkallað eftir amerikanska forsetanum.

“Demorphus donaldtrumpi er ein padda, og tær eru øgiliga sárbarar yvirfyri veðurlagsbroytingunum, og hon er í vanda fyri at doyggja út orsakað av veðurlagspolitikkinum hjá Trump,” verður sagt í tíðindaskrivi.

Blinda ormapaddan býr mest undir jørðini, og brúkar høvdið til at bora seg niður í jørðina. Júst sum Donald Trump ger, tá hann verður konfronteraður við fakta um veðurlagið, sigur talsmaður fyri Envirobuild.

Tað er felagsskapurin Rainforest Trust, sum setti rættin til at navngeva ormapadduna til sølu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder