Innanlands

17 fólk send til útgreiningar í sambandi við kynssamleikaviðurskifti

Talan er um fólk millum 18 og 34 ár, sigur landsstýriskvinnan í heilsumálum í svari til fyrispurning hjá Jenis av Rana

Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-09-18 14:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinastu fimm árini hevur Sjúkrahúsverkið ávíst tilsamans 17 fólk til útgreiningar í Danmark í sambandi við kynssamleikaviðurskifti.

Talan er um fólk, sum vóru í aldrinum 18-34 ár, tá ið tey vóru til fyrstu viðtalu í sambandi við útgreiningina, og umleið ein triðingur av fólkunum eru menn og tveir triðingar eru kvinnur.

Tað upplýsir Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum í svari til fyrispurning hjá Jenisi av Rana úr Miðflokkinum.

Tey verða ávíst til Center for kønsidentitet, sum í t.d. Keypmannahavn er ein depil undir Ríkissjúkrahúsinum, sigur landsstýriskvinnan. Hon undirstrikar, at talan er um ávisingar til nærri útgreiningar, sum hava til endamáls at finna útav, um viðgerð fyri kynsskifti er rætti vegurin at fara.

Jenis av Rana vildi hava at vita frá landsstýriskvinnuni, hvussu nógvir av teimum, sum eru sendir til Center for kønsidentifikation eru farin víðari í viðgerð, og hví frískir borgarar verða sendir av landinum til sálarfrøðiligar, medisinskar og sosialar kanningar og metingar, og hvørja heimild læknar hava til hetta.

Sambært Margit Stórá er heimildin í sjúkrahúslógini, men tað ber ikki til at staðfesta neyvt, hvussu nógv av teimum 17 eru farin víðari í viðgerð.

Jenis av Rana spurdi eisini inn til kostnaðin, og sambært Margit Stórá hevur tað seinastu fimm árini kostað uml. 170.000 krónur at útgreiða hesar 17 persónarnar - ella uml. 34.000 krónur um árið. 

Harumframt kemur kostnaður fyri ferð og uppihald og kostnað fyri viðgerð hjá teimum, har tað verður mett at fakligt grundarlag er fyri hesum, sigur hon.

Hon sigur, at í Sjúkrahúsverkinum verða ymiskar viðgerðir, kanningar og útgreiningar gjørdar, hóast tað ikki er illgruni um at viðkomandi er sjúkur.

– Tá fólk ynskja kynsskifti er tað tí, at tey ynskja at broyta sítt kropsliga ella lívfrøðiliga kyn, so tað svarar til ta kynsfatan, tey hava av sær sjálvum. Á donskum verður sagt, at fólk uppliva eitt “kønsligt ubehag”, sum merkir, at tey kenna ein ampa av sínum kropsliga ella lívfrøðiliga kyni.

– Sambært Sjúkrahúsverkinum er grundarlagið fyri útgreiningini og viðgerðini upplivingin hjá tí einstaka av at kenna ampa av sínum kropsliga ella lívfrøðiliga kyni. Heilsufakliga uppgávan er fyrst og fremst at kanna, í hvussu stóran mun hetta ávirkar tann einstaka og meta, um tað er grundarlag fyri medisinskari og/ella skurðviðgerð í sjúkrahúsverkinum. Somuleiðis verður dentur lagdur á at útgreina, hvørt tað eru sálarligar og/ella kropsligar avbjóðingar, sum tala ímóti viðgerð, sigur landsstýriskvinnan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder