Uttanlands

18 ára gomul saudiarabisk kvinna fær væntandi friðskjól

Kvinnan brúkti Twitter at fortelja umheiminum at hon var bangin fyri lívi sínum

2019-01-09 10:14 Author image
Ari av Rana
placeholder

18 ára gamla Rahaf Mohammed al-Qunun fekk uppmerksemi úr øllum heiminum, eftir at hon síðani farna vikuskiftið skrivðai fleiri boð á Twitter um at hon var bangin fyri lívi sínum.

Rahaf stongdi seg inni á einum hotelkamari í Bangkok, har hon segði, at hon var flýdd undan familju síni og at hon var í lívsvanda. Hon noktaði at koma úr kamarinum fyrrenn hon hevði tosað við UNHCR, sum er flóttafólkaembætið hjá ST.

Rahaf fekk flóttafólkastatus frá ST og ST hevur biðið Avstralia um at geva henni friðskjól, skrivar TV2. Avstralia hevur fyrr sagt, at tey vilja geva henni friðskjól, um ST metir, at hon er eitt flóttafólk.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder