Teir báðir fundirnir, sum leiðararnir í Norður- og Suðurkorea, Kim Jong-un og Moon Jae-in, høvdu í vár, bera nú úrslit fyri 180 koreanskar familjur. Eftir fleiri áratíggju síggjast familjulimir aftur.
Men bert í 11 tímar.
Summar av Norður- og Suðurkoreansku familjunum hava ikki sæð hvørja aðra í 70 ár, meðan størsti parturin ikki hava sæð hvørja aðra síðani kríggið endaði fyri 65 árum síðani.
Nú fáa 180 familjur 11 tímar saman í norðurkoreanska fjallabýnum Mount Kumgang.
Útsendi tíðindamaðurin hjá DR, Philliup Khokhar, fortelur, at hann hevur tosa við tveir eldri menn, sum í gjárkvøldið møttu síni familju, sum teir ikki høvdu sæð í 70 ár. Familjan helt at menninir vóru deyðir, og at teir vistu ikki av at familja teirra var á lívi fyrrenn fyri nøkrum fáum vikum síðani.
Suðurkorea hevur áhaldandi arbeitt fyri at familjur, sum vóru sundurskildar, skulu møtast aftur. Í 1985 var fyrstu ferð at hetta var loyvt, og síðani hendir tað av og á. Hetta er tó fyrstu ferð í fleiri ár, at familjur fáa loyvi at hittast.
í dag eru 130.000 familjulimir sundurskildir av markinum millum londini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald