Uttanlands

Tvey afturat deyð í tokvanlukkuni

Talið av deyðum er nú uppi á átta

Arne Gram, politikommisserur, hevði í morgun tíðindafund um vanlukkuna (Mynd: EPA)

Arne Gram, politikommisserur, hevði í morgun tíðindafund um vanlukkuna (Mynd: EPA)

2019-01-03 09:10 Author image
Ari av Rana
placeholder

Tokvanlunkkan á Stórabeltsbrúnni í Danmark hevur nú kravt átta mannalív. Løgreglan á Fjóni hevur arbeitt í alla nátt við at kanna vanlukkustaðið, og hevur nú funnið tvey onnur deyð fólk.

Fimm kvinnur og tríggir menn hava latið lív, og løgreglan kann nú siga við vissu, at fleiri fólk ikkki eru deyð í vanlukkuni. Eingi børn eru millum tey deyðu, skrivar DR.

Løgreglan sigur seg verða rættiliga viss um hvørji fýra av teimum deyðu eru, men enn er ikki eydnast at finna fram til samleikan hjá hinum fýra. Summi av teimum deyðu eru so illa viðfarin í vanlukkuni, at neyðugt er at nýta DNA royndir og tannkort fyri at finna útav hvørji tey eru.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder