Innanlands

20 fólk hava søkt um at gerast stjóri

16 menn og fýra kvinnur vilja vera stjóri í Kringvarpinum

Kringvarp Føroya (Mynd: Sverri Egholm)

Kringvarp Føroya (Mynd: Sverri Egholm)

2018-09-22 10:14 Author image
Oda Strøm
placeholder

Freistin at søkja starvið sum kringvarpsstjóri var úti á midnátt, og 20 umsóknir til starvið komu inn. Tað skrivar Kringvarpið í morgun. 

20 umsøkjarar vóru tilsamans - 16 menn og fýra kvinnur.

Kringvarpsstýrið fer nú undir tilgongdina at seta nýggjan stjóra, og tað fer at taka nakrar vikur. Eftir hetta byrjar nýggi stjórin í starvinum so skjótt sum til ber, sigur Rúni Heinesen, stýrisformaður, við Kringvarpið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder