Mentan

200 føroyingar á talgildari pub quiz leygarkvøldið

Hesi seinastu tvey vikuskiftini hava fleiri hundrað fólk verið á Korona Quiz umvegis Facebook – Hetta høvdu vit als ikki roknað við, sigur Laura Apol, fyriskipari

Seinna umfarið av Korona Quiz varð stroymað umvegis Facebook á Flaggdegnum í gjár (Mynd: Facebook)

Seinna umfarið av Korona Quiz varð stroymað umvegis Facebook á Flaggdegnum í gjár (Mynd: Facebook)

2020-04-26 16:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinastu vikurnar hevur verið skipað fyri nógvum talgildum tiltøkum, nú frámælt hevur verið at savnast í stórum bólkum. Á skránni hava verið fleiri talgildar konsertir, ølsmakkingar og annað. Talgilda pub quizzin, Korona Quiz, sum hevur verið á skránni seinastu tvey vikuskiftini, hevur verið sera væl umtókt.

Tað eru Laura Apol og Rannvá Dam í Baianstovu, sum skipa fyri. Tær báðar arbeiða dagliga saman á skrivstovuni hjá Sinnisbata og eru ídnir pub quiz luttakarar.

– Tað er blivið eitt sindur sum eitt ítriv. Akkurát sum tá summi ganga til bridge ella talv, er tað blivið sum ein ítróttur hjá okkum at ganga á pub quiz. So kom korona og steðgaði hesum virkseminum, og tað var faktiskt eitt sindur ringt hjá nógvum av okkum, sum vóru von við at sosialisera uppá tann mátan. So eg spurdi Rannvá, um hon ikki hevði hug at skipa fyri talgildari spurnakapping, greiðir Laura Apol frá.

Tær báðar skipaðu fyri fyrstu Korona spurnakappingini leygarkvøldið 18. apríl, og hava eini 50-70 bólkar luttikið hvørt kvøld. Tær meta, at talan hevur verið um 200 luttakarar tilsamans. Talan hevur ikki bert verið um luttakarar í Føroyum, eisini hava fólk sitið í eitt nú Aalborg og Aarhus og fylgt við.

– Vit hava fingið eina rúgvu av myndum inn frá fólkum, sum hava sitið og ballast og hugnað sær í hvør sínum lagi, sigur Laura Apol.

Tiltakið varð stroymað umvegis Facebook, har spurningarnir vórðu gjøgnumgingnir á bæði føroyskum og enskum, og tá eitt umfar var liðugt fingu bólkar fimm minuttir til at senda svarini inn umvegis teldupost, og síðani brúktu fyriskiparar eina løtu at gjøgnumganga tey.

Føroyskar fyritøkur hava stuðlað við vinningum, og eisini hava verið tónleikaframførslur. Leygarkvøldið vitjaði Signar í Homrum, og eisini hevur Laura Apol framført egnan tónleik.

Korona Quizzin hevur fingið nógv størri undirtøku enn væntað, bæði millum luttakarar, og tey, sum hava stuðlað við vinningum.

– Vit høvdu roknað við, at har kanska fóru at vera uml. 20-30 bólkar, men so luttóku næstan tvífalt so nógvir, og allar fyritøkurnar, sum vit settu okkum í sambandi við, játtaðu beinanvegin at stuðla við vinningum. Tað hevur gingið yvir allar forvæntaningar, sigur Laura Apol, sum leggur afturat, at tiltakið í gjár nokk var tað seinasta í hesum umfarinum, nú landið stendur til at lata meira upp í mai. Men um tað skuldi víst seg, at tørvur verður á tí aftur, eru tær til reiðar at skipa fyri fleiri umførum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder