Sambært heilsumálaráðharranum í vesturafrikanska landinum Mali átti ein 25 ára gomul kvinna "níggjuburar" týsdagin.
25 ára gamla Halima Cisse átti níggju børn við keisaraskurði. Talan er um fimm gentubørn og fýra dreingjabørn. Bæði mamman og børnini hava tað gott, verður sagt.
Tað er ikki hent ofta í nýggjari tíð, at ein kvinna hevur fingið níggju børn í senn, og í teimum fáu førunum, har tað er hent, vórðu øll børnini deyðfødd, ella doyðu tey stutt eftir føðing.
Tað var tíðliga staðfest, at støðan hjá Halima Cisse var óvanlig, og at hon fór at fáa brúk fyri hjálp frá útlendskum serfrøðingum. Hon varð tí flogin til Marokko 30. mars.
Ultraljóðskanningin hevði víst, at Halima Cisse skuldi hava sjey børn, men tað endaði tó við, at níggju børn komu út týsdagin.
Afrikanskir miðlar hava deilt myndir av mammuni og børnunum, men enn er ikki váttað, hvar myndirnar stava frá.
Eitt talsfólk hjá heilsumálaráðnum í Mali tekur frástøðu frá søguni og sigur seg einki kenna til hana. Men um tað verður váttað, at Halima Cisse hevur átt níggju børn, er talan um eitt heimsmet, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald