Uttanlands

260 fólk kroyst á festivali

Áskoðarapallurin tey stóðu á datt niður

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2018-08-13 11:08 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í minsta lagið 260 fólk blivu um midnátt kroyst á einum festivali í Spania í nátt, tá áskoðarapallurin tey stóðu á datt niður.

Óhappið hendi á O Marisquino Festival, sum varð hildin í spanska býnum Vigo í Galisia, skrivar Reuters. Áskoðarapallurin fólkini stóðu á var gjørdur úr træi, og hesin megnaði ikki at bera vektini.

Í minsta lagið 5 fólk vóru álvarsliga løstaði í óhappinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder