Innanlands

26.834 løntakarar í mai

Veksur við somu ferð

Mynd: Hagstova Føroya

Mynd: Hagstova Føroya

2018-08-17 10:21 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í Føroyum eru í dag 26.834 løntakarar og vaksandi gongdin sær ikki út til at slaka av. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Hagstovu Føroya, sum hevur hugt eftir tølunum fyri løntakarar í aldirnum 16-74 ár í Føroyum.

Tølini vísa, at síðani september 2011, tá áleið 23.500 løntakarar vóru í Føroyum, er talið spakuliga vaksið. Síðani oktober 2013 tá beint undir 24.000 løntakarar vóru, er talið voksið skjótt og stútt upp í 26.834.

Vøksturin býtt á kyn er rættiliga javnur. Um ársskiftið 2014 vóru áleið 12.250 mannligir løntakarar og áleið 11.500 kvinnuligir. í dag eru 13.905 mannligir løntakarar, meðan tað eru 12.929 kvinnuligir løntakarar.

Býtt á høvuðsvinnugreinar eru flest løntakarar í tí almenna o.o. tænastum við 9.661. í privatum tænastuvinnum eru 8.938 løntakarar. Síðani er eitt sindur niður til fiskivinnu o.o. ráevnisvinnu, har 4.131 løntakrarar eru, meðan 4.104 løntakarar eru í byggivinnu o.o. tilvirkan. Allar høvuðsvinnugreingarnar hava hvat ein lítlan vøkstur síðani ársskiftið 2013, undantikið fiskivinnan o.o. ráevnisvinna, sum meira ella minni hevur staðið í stað hesa tíðina.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder