Uttanlands

278 handtikin í París í morgun - 8000 løgreglufólk til reiðar

Mótmælisátøk ávirka aftur París og Frakland í dag - millum annað EM í hondbólti

"Teir gulu vestarnir" ávegis frá Sigursboganum í morgun (Mynd: EPA)

2018-12-08 10:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

"Teir gulu vestarnir" halda fram við at gera vart við sína ónøgd í Fraklandi. Longu tíðliga í morgun var ein størri bólkur samlaður við Sigursbogan í París, og tey gingu rópandi eftir Champs Elysse. Longu áðrenn hetta vóru 278 fólk handtikin; afturhildin. Hetta skrivar millum annað danska TV2 í morgun.

Ónøgdin við forsetan, Emmanuel Macron, hansara ætlaðu avgjøld á brennievni, og meira ta generella prísstøði og livistøði, er stórt. Tað hjálpti ikki nakað serligt, tá Macron í vikuni útsetti avgjødini uppá bensin og diesel. Eiffeltornið er stongt, og í París hevur løgreglan veruliga gjørt seg út til stríð. "Teir gulu vestarnir" hava ikki nakran framstandandi leiðara og siga seg vera "ikki-politiskar"

Tað er ikki bert í París, at eitt stríð er í umbúna í dag. Mótmælisátøkini væntast at hava ávirkan yvir so at siga alt Frakland. Millum annað í Nantes í vestara parti av Fraklandi. Stóra multihøllin í 6.størsta býnum í Fraklandi er karmur um nógvar EM-dystir í kvinnuhondbólti í hesum døgum. Seinnapartin skuldu tveir dystir leikast har, men orsakað av teimum mótmølistiltøkum og ófriði sum er í væntu í Nantes eisini, so eru dystirnir Frakland - Svøríki og Serbia - Russland fluttir til sunnudagin.

Rørslan og mótmæinini hava koyrt síðani miðskeiðis í november, og tað hevur ikki verið so ófriðarligt í París síðani í 1960'unum.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder