2018-08-21 08:43
Gjáramorgunin byrjaðu 284 nýggj lesandi á Fróðskaparsetri Føroya. Skipað var fyri felags innleiðslu í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum, áðrenn farið var út á deildirnar, har útbúgvingarnar eru staðsettar, sigur Fróðskaparsetrið á heimasíðuni.
Í juli mánað fingu 298 av umsøkjarunum til lestur á Setrinum svar um, at tey vóru upptikin. Tey fingu freist fram til 1. august at svara, um tey tóku av hesum tilboði. Tað valdu tey allar flestu, men onkur tøk pláss góvu nú ein nýggjan møguleiki hjá umsøkjarum at søkja inn.
Hetta broytti myndina nakað og vórðu tað 28 umsøkjarar, sum tá tóku av lestrarplássi.
Býtið av lesandi á ymsu útbúgvingunum kann síggjast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald