Uttanlands

30 kilo tung Kay Bojesen apa stolin frá listasavni

Apan stóð á listasavni í Kolding

2019-01-10 12:42 Author image
Ari av Rana
placeholder

Tað munnu verða nógv heim í Føroyum, sum hava eina Kay Bojesen apu hangandi ella sitandi inni í stovuni ella aðrastaðni til pynt. Apan er sera væl umtókt, og hetta er eisini orsøkin til, at ein 30 kilo tung Kay Bojesen apa var at finna á einum listasavni í Kolding í Danmark.

Men har er hon ikki at finna longur. Tann 10. desember vórðu innbrotstjóvar um náttina inni í Trapholt listasavninum og stjólu stóru apuna og aðrar lutir, skrivar TV2. Listasavnið hevur eina stóra framsýning við Kay Bojesen, sum sambært listasavninum er tann størsta og mest umfatandi nakrantíð av kenda listahandverkaranum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder