Innanlands

304 skinn vóru tilsamans

51 hval løgdu beinini í Syðrugøtu í gjár

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2018-09-22 11:11 Author image
Oda Strøm
placeholder

Grindadrápið í gjárkvøldið í Syðrugøtu taldi 51 hval, tá ið avtornaði.

304 skinn vóru tilsamans, sigur Karl Johansen, sýslumaður, og av teimum fóru gott helvtin - 148 skinn - til Fuglafjarðar, har tey vórðu býtt í heimapartar. 

Hin helvtin varð býtt millum teirra, sum vóru við í drápinum í Syðrugøtu.

Drápið í gjár tók bert eitt eygablikk, so var alt liðugt, sigur Karl Johansen, sýslumaður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder