2019-01-02 15:17
Fleiri og fleiri bardagar eru Sýria eftir at USA hevur boðað frá, at allar amerikanskar herdeildir verða tiknar úr landinum.
Í Aleppo og Idlib eru 31 fólk dripin í hesum bardøgunum, skrivar sýriska kanningarstøðin fyri mannarættindum.
Donald Trump hevur boðað frá, at bardagin móti Islamiska Statinum er vunnin, og tí fer landinum at taka sínar herdeildir heim. Fleiri lond hava víst sína ónøgd við hesum, og siga, at hetta fer bert at føra til ruðuleika í Sýria.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald