Ikki færri enn 31 nøvn eru við á listanum hjá Tjóðveldi til løgtingsvalið 31. august. Og listin kann gerast longri, boðaði Høgni Hoydal, floksformaður frá, tá valskráin hjá flokkinum varð løgd fram í dag.
Arbeitt verður framvegis við at fáa onkur nøvn afturat á listan, áðrenn hann skal latast valstýrinum í seinasta lagið leygardagin.
Av teimum 31 nøvnunum eru 12 kvinnur, so tað er ikki full javnvág millum kynini á listanum.
Tjóðveldið hevur fingið skotið í skógvarnar at vera ein havnarflokkur, og ein samanteljing vísir, at av teimum 31 valevnunum hava tey 17 bústað í Suðurstreymi, meðan 14 koma "av bygd", harav ein úr Signabø í høvuðsstaðarkommununi.
Um hugt verður eftir listanum hjá Tjóðveldi fyri fýra árum síðani, tá 31 fólk stillaðu upp, so sæst at stór útskifting hevur verið á listanum. Heili 17 nøvn eru skift út, men kortini eru øll tey 11 ovastu á listanum, og sum hava havt fast sæti fyri flokkin á løgtingi og landsstýri hetta valskeiðið, stillað upp aftur til valið hesaferð.
Listin sær soleiðis út:
Annita á Fríðriksmørk
Beinta Løwe
Bjørt Samuelsen
Brandur Arnoarson
Dánjal Jákup Jakobsen
Dávur Syderbø
Heidi Lava Elgeirsdóttir
Heini Hátún
Hervør Pálsdóttir
Høgni Hoydal
Ingolf S. Olsen
Jenus á Trøðini
Jóannis Erik Køtlum
Jóhan Christiansen
Jón Kragesteen
Júst Johannesen
Kristina Háfoss
Kristina Toftegaard Larsen
Magni Arge
Marin Katrina Frýdal
Óluva Klettskarð
Páll á Reynatúgvu
Pauli Trond Hansen
Pól Esper H. Hansen
Rógvi Nybo
Sirið Stenberg
Snorri Patursson
Sonni á Horni
Turið Horn
Uni Árting
Vígdis Johannesen
Les eisini: Tjóðveldi fer eftir at fáa fullveldissáttmála við Danmark https://portal.fo/dagur-19894/tjodveldi-fer-eftir-at-faa-fullveldissattmala-vid-danmark.grein
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald