Uttanlands

340 eru nú smittaði í Danmark

Eingin hevur enn latið lív í Danmark orsakað av coronavirusinum.1894 persónar eru kannaðir, og 1231 eru í sóttarhaldi. Eitt røktarheim í Aarhus er nú rakt av smittuni

Skúlar, sum hesin í Maribo, eru stongdir, tí næmingar eru smittaðir. Hetta er eisini hent á dagstovnum

Skúlar, sum hesin í Maribo, eru stongdir, tí næmingar eru smittaðir. Hetta er eisini hent á dagstovnum

2020-03-11 12:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðani tølini vórðu gjørd upp seint seinnapartin í gjár, er talið av smittaðum farið upp við 78 persónum. Statens Serum institut metir, at upp ímóti tíggju prosentum av dønum fara at vera smittaði, og at eitt stað millum 1650 og 5600 (0,3.1 prosent deyðstíttleiki) fara at doyggja - tað veldst um, hvat aldurin á teimum smittaðu verður.

Nú er støðan vorðin álvarsom á júst einum røktarheimi. Eitt starvsfólk í Aarhus hevur fingið coronasmittuna, og seks búfólk hava víst sjúkueyðkenni. Tí eru øll búfólkini í sóttarhaldi, meðan tey verða kannaði fyri coronavirus, skrivar danska TV2.

Nakrir skúlar og dagstovnar eru eisini raktir. Bussar og tok sleppa nú bert at koyra, tá akfarið er hálvfult.

Tøl fyri Danmark:
Smittaði við Coronavirus: 340
Persónar kannaðir: 1894
Í sóttarhaldi: 1231

Les eisini: Danska stjórnin setir strangari corona-tiltøk í verk

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder